Vit eru heimurin hvør hjá øðrum

(mynd: K.E. Løgstrup)

Í heyst kemur bókin Tað etiska kravið eftir danska heimspekingin og gudfrøðingin, K.E. Løgstrup, út á føroyskum máli. Tað er Eilif Samuelsen, sum hevur týtt bókina, og í Varðanum 83,1 er ein brellbiti úr útgávuni, sum er ávegis.

Her er ein brellbiti úr brellbitanum:

“Men hóast sambandið hjá tí vaksna við barnið er tað staðið, har annar í mest víðfevndu og lagnutungu merking er avhendur hinum, og tí eisini er har, vísindini hava verið før fyri at staðfesta tað, so er tað tó ikki minni galdandi – í øllum møguligum stigum – í teimum viðurskiftum, har vit hava við hvør annan at gera. Tann einstaki hevur ongantíð við eitt annað menniskja at gera, heldur hann ikki okkurt av lívinum hjá viðkomandi í síni hond. Tað kann vera okkurt ógvuliga lítið, eitt farandi huglag, ein góður hýrur, sum ein fær at følna, ella sum ein vekur, eitt stikni, sum ein dýpir ella ger til einkis. Men tað kann eisini vera ræðandi nógv, so tað rætt og slætt stendur til tann einstaka, um lívið hjá hinum eydnast ella ikki.

Kortini hava vit eina løgna og ótilvitaða hugmynd um, at tann heimur, har eitt menniskja hevur lív sítt, hoyra vit onnur í roynd og veru ikki við til. Tann heimur, sum fyri tann einstaka er hansara lívs innihald, hava vit eina margháttliga hugmynd um, at tann einstaki sjálvur er, so vit onnur eru uttanfyri hann og bara av og á bera við hann. Snýr tað seg vanliga, tá menniskju hittast, bara um, at heimar teirra bera hvør við annan fyri síðani óskalaðir at halda fram sína gongd, kann alt samalt ikki hava so nógv at týða. Bara har eitt menniskja hendingaferð av óhappi, mistaki ella við góðum ella óndum vilja brýtur inn í heimin hjá einum øðrum menniskja, leikar nógv á.

Í veruleikanum er tað tó ein margháttlig hugmynd, og minni margháttlig verður hon ikki av, at hon er okkum so sjálvsøgd. Í roynd og veru er tað jú heilt øðrvísi: vit eru heimurin hvør hjá øðrum og lagnan hvør hjá øðrum. At vit sum oftast síggja burtur frá tí, eru nóg nógvar grundir til.

Tað er ein vanlig heimspekilig eygleiðing, at tey mest grundleggjandi fyribrigdini, sum hoyra okkara tilveru til, verða vit seinast og torførast var við.

Men harafturat kemur, at tað fyribrigdið, ið her er talan um, er ógvuliga ørkymlandi. Fyri okkara sálarfrið er tað heppið, at vit ikki hava varhuga av, hvussu vit hava havt lívsmót og lívsleið, reinlyndi og falskleika hjá øðrum menniskjum í okkara hond við tí, sum vit vóru, søgdu og gjørdu í sambandi við tey, men at tað er fjalt.”

Tagged , , , . Bookmark the permalink.

Comments are closed.