4. desember – Vøkstur

Annika Dalsgaard er eisini ein av okkara ungu høvundum. Hon hevur roynt seg bæði sum stuttsøguhøvundur og týðari. Hendan yrking hennara stóð í Varðanum 88, 2021. Fleiri tekstir hjá Anniku eru at síggja í Varðin 88 og 89, sum eru at fáa í bókabúðunum.

3. desember – yrking

Askur Skaalum Gregersen er ein av ungu yrkjarum okkara. Hendan ritstjórnin hevur síðan byrjan havt eina miðvísa ætlan um at geva debutantum rúm í Varðanum. Hendan yrking Asks stóð í Varðanum 88, 2021. Fleiri yrkingar hjá Aski eru í Varðanum 88 og 89. Báðir Varðar eru at fáa í bókabúðunum.

2. desember – Havið, bláa havið

Andri Snær Magnasson skrivaði bókina Um Tímann og vatnið í 2019. Í Varðanum 88, 100. árgangur, týddu Sanna A. Dahl og Guðrun í Jákupsstovu brot úr bókini, ið kallast Havið, bláa havið. Her er ein brellbiti úr bókini: Øll greinin kann lesast í Varðanum 88, 100. árgangur, sum er at… les meira

1. desember – Bøn fyri friði í Ukraina

Jana Mortensen sendi Varðanum hendan hugtakandi tekstin: BØN FYRI FRIÐI I UKRAINA í Hoyvíkar kirkju Ljóðið er ófrættakent … ljóðar sum hundraðtals flogfør flúgva beint oman fyri tekjuna á Hoyvíkar kirkju. Óttin fyri bumbuálopi sníkir seg spakuliga runt í kroppinum og tekur kaldliga um hjartarøtur, tó at eg væl veit,… les meira

Ein bøn fyri Salman Rushdie

Eftir Paul Auster (1993) Sámal Soll týddi Tað fyrsta eg gjørdi í morgun, áðrenn eg setti meg at skriva, var at hugsa um Salman Rushdie. Hetta havi eg gjørt hvønn morgun í skjótt fýra og eitt hálvt ár, og nú er tað vorðið ein týdningarmikil partur av míni dagligu arbeiðsgongd…. les meira

Varðin hesa vikuna: Sólrún Michelsen

Varðin fer hvørja viku at deila ein tekst, eina yrking ella stuttan prosatekst, sum fyrr hevur verið á prentið í Varðanum.
Hesa vikuna, vika 39 í 2020, er tað yrkingin “næstu ferð” eftir Sólrún Michelsen, ið varð prentað í Varðanum í 2017. les meira

Ummæli: Eg skrivi á vátt pappír

Í komandi Varðanum, ið kemur á heysti 2020, ummælir Silja Aldudóttir nýggja yrkingasavnið “Eg skrivi á vátt pappír” eftir Lív Mariu Róadóttur Jæger. Í sambandi við, at savnið kemur út í morgin 27. august, leggja vit her ummælið út til tykkum at lesa í úrtíð – ein brellbiti til tað nógva áhugaverda tilfarið, sum kemur. les meira

Ummæli: Gudahøvd

Í 85. bindi av Varðanum ummælti Trygvi Danielsen yrkingasavnið Gudahøvd eftir Jóanes Nielsen, og í samband við at Jóanes Nielsen er tilnevndur bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri savnið, seta vit ummælið á bloggin og ynskja Jóanesi góða eydnu í kvøld.   GUDAHØVD UMMÆLI Trygvi Danielsen     Jóanes Nielsen, Gudahøvd, Mentanargrunnur Studentafelagsins…. les meira

Kampmann og Ishiguro – og ein stuttsøga meðan vit bíða

6. oktober varð kunngjørt, at bretski Kazuo Ishiguro, fær Bókmentavirðisløn Nobels fyri 2017. Í grundgevingini segði svenska dómsnevndin m.a., at Ishiguro við sínum skaldsøgum hevur “avdúkað avgrundina undir okkara fyrikyklaðu kenslu av sambandi við heimin,” og at søgur hansara vóru drivnar av einari “stórari kenslubornari styrki.” Eingin skaldsøga eftir Ishiguro… les meira