Ummæli: Eg skrivi á vátt pappír

Í komandi Varðanum, ið kemur á heysti 2020, ummælir Silja Aldudóttir nýggja yrkingasavnið “Eg skrivi á vátt pappír” eftir Lív Mariu Róadóttur Jæger. Í sambandi við, at savnið kemur út í morgin 27. august, leggja vit her ummælið út til tykkum at lesa áðrenn útgávudagin – ein brellbiti til tað nógva áhugaverda tilfarið, sum kemur.

At skriva gult

Hon skrivar ikki sum aðrir rithøvundar í Føroyum, Lív Maria Róadóttir Jæger. Tekstirnir í nýggja yrkingasavninum Eg skrivi á vátt pappír eru hughvassir og eymir, inniligir og formliga nýhugsandi.

Perman og heitið á bókini boða frá einum høvuðstema í bókini: tekstur og tað at skriva. Bókin er bjart gul, og bókarheitið á permuni er næstan ósjónligt, bara eitt vet myrkari gult enn bókin annars. Tann káma skriftin ger, at eyguni steðga á at avkoda teknini á síðuni, og heitið varpar soleiðis aftur á seg sjálvt sum skrivaður tekstur og tekn á pappíri. Tann guli liturin fær ein serligan týdning, um vit hyggja at systratekstliga sambandinum ímillum fyrra savnið hjá rithøvundinum Hvít sól og nýggja savnið. Heitið Hvít sól sipar til, at sólin í veruleikanum er hvít, hóast hon sýnist gul úr okkara sjónarhorni. Meðan tað fyrra savnið snúði seg meira um, hvat fyribrigdi eru í sjálvum sær, flytur sjónarhornið seg í hesum savninum nærri einum persónligum, “gulum” sjónarhorni, har upplivingar, tankar og minni hjá eg’num eru í miðdepli.

Savnið hevur átta partar, og í hvørjum parti er ein nýggjur formur, og teir snúgva seg eisini um hvør sítt evni. Savnið hongur tó saman sum ein heild, og tankar og myndir verða bygd upp og lødd við merking tvørtur um alt savnið.

Eitt serligt metasjónarhorn er karmur um allar tekstir í savninum, sum alla tíðina flytur seg ímillum tað upplivaða (fenomenologiska), tað skrivandi eg’ið, sum skrásetir tað upplivaða sum tekst – í dagbók, lummabók, brøv ella í aðrar tekstir – og tekstin sjálvan sum leivd av tí upplivaða. Talan er altíð um eygleiðingar hjá tí sama eg’num, sum er statt ymsastaðni í teksti og tíð, og sostatt altíð um ymisk brigdi av gulum. Undir øllum liggur ein greinandi ivi, soleiðis at alt verður óstøðugt og onkursvegna óvist. Tekstirnir eru løddir við iva um tað, sum er sagt, skrivað ella ósagt, og altíð kundi verið øðrvísi, og burtur úr tí koma fínligar, forvitnisligar orðingar sum: 

ert tú sjúk omma? spyrja vit ikki

tá hon gongur út á vesið

Tað, sum ikki varð sagt, er her til staðar í tekstinum hóast alt. Tekstirnir eru á henda hátt opnir, leitandi og viðhvørt merktir av angist. Tað er fyri mítt viðkomandi ongin ivi um, hvat styrkin í tekstunum hjá Lív Mariu Róadóttur Jæger er, og hvat tað er, sum ger teir serstakar: tað er hennara máti at skriva formliga nýhugsandi tekstir, sum bæði eru heimspekiliga grundandi og sansaligir og poetiskir í senn. Hetta var greitt í fyrsta savninum Hvít sól, og tað sama er galdandi fyri Eg skrivi á vátt pappír. Formurin í tekstunum spælir við heimspekilig háttaløg, formar og frymlar, sum staðfesta sannroyndir og sannleikar. Samstundis er málið poetiskt, og sjónarhornið gult. Tað vísindaliga, poetiska og persónliga er tí ikki atskilt, men smeltað saman í vakrar og hugtakandi tekstir sum 123456 UTTANFYRI:

1 vit bera eyga við ongar katastrofur

bara himmalop

2 vit síggja fjøllini tey eru risakroppar stirvnir

3 tungumál nei

4 skil nei

5 gras fryst

6 í lidnari tíð nú áðrenn nú

tá vit royna at anda har

Í hesum savninum eru tekstirnir formliga meira ymiskir, enn vit sóu í Hvít sól. Teir sterkastu tekstirnir eru her eftir mínum tykki teir, sum hava ein avmarkaðan bygnað, heldur enn teir, ið eru leysari og meira streymandi sum teir í partinum Tann skrivandi er ein onnur. Her verða teir meira prosaiskar og uppreksandi og missa kraft og intensitet, tí tann formliga, vísindaliga og poetiska samansetingin fer í bakgrundina. Tekstirnir, sum hinvegin skara framúr í savninum eru teir, har formur, tema og tað tekstliga metasjónarhornið øll eru skamtað við strangari hond. Serliga nakrir av inniligu portretttekstunum um eina ommu, eymir tekstir um tannárini og teir hughvøssu og kensluliga sárbæru fenomenologisku tekstirnir eru væl skrúvaðir saman. At tekstirnir innlima onnur tekstsløg og diskursar úr vísindum í poetiskan tekst er einki eindømi, men hinvegin nakað, sum vit síggja fleiri dømi um í nýggjari norðurlendskari yrkingalist. Men júst tað, at savnið hevur ein heimspekiligan og sjálvrannsakandi kjarna, sum hugsavnar seg um eitt eg, og ikki (í høvuðsheitum) er vent ímóti náttúruvísindum og tí ítøkiliga umhvørvinum, ger, at hetta savnið skilir seg frá nógvari samtíðaryrking. Her er aftur talan um eitt sera áhugavert savn úr hondunum á Lív Mariu Róadóttur Jæger, sum víðkar føroyska poesi.

Lív Maria Róadóttir Jæger
foto: Eyđ Lín Patursson á Rógvu
Tagged , , , , . Bookmark the permalink.

Comments are closed.