Nýtt hefti av Varðanum komið út

Varðin bind 84, hefti 1 er útkomin við greinum og yrkingum, stuttsøgum og ferðafrásøgnum, endurminningum, samrøðum og nógvum ummælum.

Millum greinarnar hesuferð er portrettsamrøða við Sólrún Michelsen eftir Dorit Hansen, heiðursgrein til Kringvarp Føroya eftir Eyðun Johannesen, endurminningar úr Sundalagnum eftir Alfred Gullbein, ritroynd um at skriva og um ikki at vilja bjarga heiminum eftir Kim Simonsen, fyrilestur um autofiktión í føroyskum skaldskapi eftir Lydiu Didriksen, tíðargrein um kritiskan kapital og almenni í Føroyum eftir Rólant Dam og úrval av myndum úr tarabók eftir H.C. Lyngbye, sum Ole Wich hevur granskað.

Við í Varðanum eru eisini tvær stuttsøgur og tríggjar yrkingar umframt ummæli av bókini 2000 – tá Føroyar skuldu loysa eftir Sjúrð Skaale, skaldsøguni Bommhjarta eftir Jóanes Nielsen, týðing Tórð Jóanssons av meistaraverkinum Heart of Darkness, krimiskaldsøguni Drotningarringurin eftir Jógvan Isaksen, yrkingsavninum Sunnudagsland eftir Sissal Kampmann og týðing Paula Nielsens Jákupslon av víðagitnu skaldsøgu Alaa Al Aswanys. Síðst í Varðanum borðreiða Tórður Jóansson og Durita Holm við hvør sínari ferðafrásøgn úr ávikavist Pakistan og Spania.

Permumyndina eigur listamaðurin Tummas Jákup Thomsen. Dorit Hansen hevur ritstjórnað og Føroyaprent hevur sett upp, prentað og bundið inn. Varðin er til keyps í bókahandlunum, men tað ber eisini til at tekna seg sum lim á www.mentanarrit.fo.

Hósdagin 8. juni kl. 16 verður ársaðalfundur í Bókmentafelagnum Varðin. Fundurin verður á hølunum hjá Føroya Prenti við Hoyvíksveg 59 í Havn. Allir núverandi og komandi limir eru vælkomnir. Í nevndini hjá Varðanum sita Zakarias Wang, formaður, Óli Jacobsen, kassameistari og Jon Hestoy, nevndarlimur.

Tagged , , . Bookmark the permalink.

Comments are closed.