sum ein ræðuligur fiskur

Spegil

YRKING

Sylvia Plath

Eg eri silvur og neyvur. Eg havi ongar fordómar.
Alt, ið eg síggi, svølgi eg beinanvegin
Júst sum tað er, ódøggað av kærleika ella tilvild.
Eg eri ikki harðhjartaður, bara sannur.
Eygað á einum lítlum gudi, ferhyrntum.
Meginpartin av tíðindi grundi eg yvir veggin hinumegin.
Hann er ljósareyður, blettutur. Eg havi hugt at honum so leingi,
At hann tykist sum partur av hjarta mínum. Men hann blaktrar.
Andlit og myrkur skilja okkum aftur og aftur.

Nú eri eg eitt vatn. Ein kvinna bendir seg inn yvir meg
Rannsakandi mørk míni fyri, hvat hon veruliga er.
So vendir hon sær til hasi lyguvættini, kertiljósini ella mánan.
Eg síggi bak hennara og endurgevi tað trúfastur.
Hon lønar mær við tárum og handavríggjan.
Eg eri týdningarmikil fyri hana. Hon kemur og fer.
Hvønn morgun er tað andlit hennara, sum loysir myrkrið av.
Í mær hevur hon druknað eina unga gentu, og í mær reisist
Ein gomul kona móti henni dag um dag sum ein ræðuligur fiskur.

Sólrún Michelsen hevur týtt til føroyskt.
Yrkingin “Mirror” er úr savninum Crossing the Water (1971).

Týðingin hjá Sólrúni Michelsen stóð í Varðanum, bind 83, hefti 1, sum kom út á vári 2016.

Sylvia Plath (27. okt. – 11. febr. 1932) er fødd í Boston í USA og búði seinastu árini í London í Englandi. Plath er serliga kend fyri sínar yrkingar, men hevur eisini skrivað eina skaldsøgu, The Bell Jar, sum tekur støði í hennara egnu upplivingum við tunglyndi. Bókin verður ofta mett sum ein av fyrstu skaldsøgunum, sum tekur ungdómstrupulleikar í álvara og er saman við yrkingasavninum Collossus and other Poems tær einastu útgávurnar eftir Sylviu Plath, sum komu út, meðan rithøvundurin var á lívi.

Yrkingarnar hjá Sylviu Plath eru hugtakandi, tí hon áhaldandi hyggur í spegilin “rannsakandi mørk míni fyri, hvat hon veruliga er”. Yrkjarin vendi sær ikki, sum eg’ið í yrkingini til “hasi lyguvættini, kertiljósini ella mánan”, men stardi inn í harðhjartaða veruleikan. Sylvia Plath gjørdi enda á sær einans 30 ára gomul. Gamla konan náddi ongantíð veruliga at reisast móti henni, men yrkingarnar liva framvegis sum spegilsbrot, sum minna okkum á tað, vit kanska helst vilja gloyma.

 

Tagged , . Bookmark the permalink.

Comments are closed.