Varðin minnist

Varðin skal peika frameftir, men hann skal eisini vísa, hvat vit byggja á. Tað nýtist ikki at vera tað bera afturhald at vera tilvitað um teir varðar, sum hava verið á leiðini, og í Varðanum 83,1 eru tvær minnisgreinar, ein grein um upptøkur í Føroyum í hundrað ár og eitt úrval av grind í føroyskari list í meira enn hundrað ár.

 

M.C. Restorff

22 Mynd av Restorff til grein hjá ÓJ (2)

Óli Jacobsen skrivar minnisgrein um M.C. Restorff, sum varð føddur 26. juni 1816 – fyri 200 árum síðan – í Keypmannahavn. Í 1848 fluttu hann og konan, sum var av føroyskari ætt, til Føroya, har Restorff fyrst arbeiddi sum bakari í kongaliga einahandlinum.

Tað hóvaði M.C. Restorff væl, at einahandilin varð avtikin í 1856, og Restorff gjørdist skjótt ein tann størsti vinnulívsmaðurin í Havn við handlum, fiskiskipum, farmaskipum og fiskaturking. Hann hevði úthandlar í 30 bygdum. Tá ið tað gekk best, hevði hann 17 bygningar í Havn.

Fremsta keldan hjá Óla Jacobsen er ein óprentað frásøgn, sum langabbasonur M.C. Restorff, William  Heinesen, skrivaði í 1942. Úr henni er m.a. hendan stuttliga søgan:

 “Det gik naturligvis ikke altid kun strygende med handelen. Det fortælles, at der ved en eller anden lejlighed opstod rygter om, at det nu begyndte at knibe for gamle Restorff, og disse rygter vakte naturligvis panik hos de bønder, der havde sat deres penge i forretningen. En af dem drog til Thorshavn for at få syn for sagen. Gamle Restorff tog venligt imod ham i butikken og trak ham med op på kontoret. Da de på vejen passerede en åbentstående sømskuffe, råbte Gamle Restorff irettesættende ud i butikken samtidig med, at han skubbede den klingende skuffe ind: ”I må sørge for, at disse her pengeskuffer ikke altid står og gaber!”“

Óli endar greinina við at hugleiða um stóra mentanarliga týdningin, sum Restorff og ætt hansara hava havt fyri føroyska samfelagið.

Hetta, sum her er skrivað, er bert smá brot av søguni hjá Restorffsættini.  Men hetta kann tó geva eina ábending um tann stóra týdning, sum M.C. Restorff og ættfólk hansara hava havt fyri Havnina og alt Føroya land. Tann mentanarliga ávirkanin frá teimum er framvegis stór, ikki minst orsakað av øllum listarfólkunum í ættini, har William Heinesen bara var eitt av mongum. Til stuttleika kunnu vit nevna, at landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, eisini er av Restorff-ættini.

 

Óli Dahl og Bernhard Brim

Í samband við at tað í fjør heyst vóru 100 ár síðan Óli Dahl og Bernhard Brim, sum báðir búsettu seg í Klaksvík, vórðu bornir í heim, hevði Kristinbjørg Høgnesen eina framløgu, sum Varðin fekk loyvi at prenta í styttari útgávu.

Óli Dahl og Jákup Bernhard Joensen vóru javngamlir og vuksu upp í grannabygdum, Jákup Bernhard við Gjógv og Óli í Funningi. Báðir búsettu seg í Klaksvík.Dahl

Óli Dahl var lærari og var virkin í mentanarlívinum á fleiri økjum. Hann var formaður í Klaksvíkar Sjónleikarfelag í fleiri ár og var eisini at síggja á palli. Harumframt var hann ein av stigtakarunum til Klaksvíkar Dansifelag, var blaðstjóri á Norðlýsinum í fleiri ár og gav jólablaðið Hugnalig jól út. Hann gav eisini út egin verk, bæði yrkingasøvn, stuttsøgusavn, fleiri barnabøkur og eina skaldsøgu. Í 1979 fekk hann barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri barnabókarøð í sjey bindum.

21 Bernhard Brim

Jákup Bernhard arbeiddi eitt skifti sum politistur í Klaksvík og rak í drúgt tíðarskeið kykmyndahøllina í bygdini. Jákup Bernhard fekk sær skaldarnavnið Bernhard Brim og gav trý yrkingasøvn út: Bardagaskaldið (1956), Vinir minir (1959) og Tað var í mai (1967). Umframt hesi trý yrkingasøvnini liggur annað tilfar eftir Bernhard Brim, ið ikki er komið út, t.d.  eitt savn við barnarímum.

 

Ljóðupptøkur og listaverk

Í greinini “Upptøkur í hundrað ár – um innsavnan av siðbundnum tónleiki í Føroyum” lýsir Knút Háberg Eysturstein, søguna um upptøkur av siðbundnum tónleiki í Føroyum.

Síðst í 19. øld kom ein nýggj tøkni, ið broytti alla innsavnan av fólkamentan, ikki minst tá tað snýr seg um savnan av tónleikaverkum. Nýggja tøknin var sjálvandi fonografurin, ið brádliga gjørdi tað gjørligt at taka upp og spæla ljóð.

Í 1902 fór danski tónleikatjóðlívsfrøðingurin, Hjalmar Thuren (1873-1912) undir at savna løg inn til sítt stóra høvuðsverk, Folkesangen paa Færøerne, ið varð givið út i 1908.

Meginparturin av fongograf-sylindarunum vórðu fyribeindir, eftir at løgini vóru niðurskrivað. Nótabundna tónleikahugsanin var galdandi, og hildið var, at siðbundni føroyski tónleikurin onkursvegna skuldi lesast ella skrivast inn í ta borgarligu klassisku tónleikasiðvenjuna úr Evropa.

Spurningurin er, um hetta yvirhøvur ber til, tí siðbundni føroyski tónleikurin menti seg í langa tíð vokalt uttan ljóðføri, og uttan ta stringent niðurskrivaðu diatonisku tónaskipanina, ið vit kenna úr vesturlendskum klassiskum tónleiki. Tað er eisini ivasamt, hvussu umboðandi transskriberaðir nótar av einum siðbundnum fólkalagi yvirhøvur eru fyri tónleikaliga tilfarið í lagnum, tí talan er altíð um eina tulking, tá tú skrivar í nótar. Um nótin verður samanborin við eina ljóðupptøku av sama lagi, liggur betur fyri at gera eina líkinda meting. Tess meira spell er tað, at nógvar av upptøkunum hjá Thuren fóru fyri skeyti. Í dag kunnu vit bert vera takksom fyri tær upptøkur, ið hóast alt finnast frá ferðini hjá honum. Einstakar upptøkur hjá Thuren eru útkomnar á fløgu. Fýra upptøkur finnast eitt nú á fløguni Flúgvandi Biðil, ið Tutl gav út í 1997.

19 HG-N-og-Thuren2

(Mynd: Hakon Grüner-Nielsen (t.v.) og Hjalmar Thuren (t.h.))

Thuren doyði í 1912 og fekk tí ikki gjørt seg lidnan við arbeiðið. Samstarvsfelagin, Håkon Grüner-Nielsen, tók táttin upp eftir Thuren. Í 1923 gav hann út bókina Færøske Melodier til danske Kæmpeviser. Umframt Grüner-Nielsen vóru eisini aðrir við áhuga í siðbundnum tónleiki, ið løgdu leiðina til Føroyar. Knút Háberg Eysturstein lýsir eisini arbeiðið, sum Wilhelm Heinitz, Jógvan Waagstein og Claus og Marianne Clausen hava gjørt fyri at innsavna, upptaka og granska siðbundnan tónleik her á landi.

Í úrvalinum “Grind í list” sýnir Solveig Hanusardóttir Olsen fram nøkur verk úr føroysku listasøguni, sum onkursvegna ímynda ella fáa okkum at hugsa um grind. Fyrsta myndin er eftir danska listamannin Frederik Theodor Kloss, sum í 1844 var í Føroyum saman við Fríðriki krúnprinsi VII. Málningurin er ein siðbundin og romantisk endurgeving av grindadrápi og ta fyrsta stóra verkið við hesum myndevninum í føroyskum høpi. Síðan lýsir Solveig Hanusardóttir Olsen, hvussu grind hevur verið  brúkt sum myndevni í føroyskari list heilt upp til samtíðarlistamenn sum Zakaris Heinesen, Hans Paula Olsen, Jógvan Sverrason Biskopstø, Edward Fuglø, Tórodd Poulsen og Heiðrikk av Heygum.