Tilfar til Varðan

Góðu Varðavinir! Nú leita vit aftur eftir tilfari til komandi Varðan. Tit eru øll vælkomin at senda tilfar til ritstjorn@mentanarrit.fo áðrenn 31. mai. Vit vilja fegin hava greinar, ummæli, stuttsøgur, yrkingar ella annað forvitnisligt tilfar. Sí her: Send tilfar til Varðan – Varðin – Mentanarrit Vit gleða okkum at hoyra… les meira

11. desember – Sunnumorgun

Hendan 3. sunnudagin í adventu er hóskandi at lata ein brellbita av stuttsøguni Sunnumorgun eftir Sólrún Michelsen sleppa út á heimasíðuna, at lokka tykkum oman í bókabúðirnar at keypa spildurnýggja Varðan, nr. 89, 2022, har søgan kann lesast í síni heild. Sjálvandi ber eisini til at tekna seg sum haldara.