5. desember – Steinur

Nýggj listagrein í Varðanum Varðin 88 hevði fyri fyrstu ferð í søgu Varðans eina teknirøð á prenti, eina teknirøð teknað serliga til Varðan. Tað var Jonas í Dali, sum sendi okkum hugtakandi teknisøguna “Steinur.” Her er ein síða úr søguni. Øll søgan kann lesast í Varðanum 88, 100 árgangur, sum… les meira

4. desember – Vøkstur

Annika Dalsgaard er eisini ein av okkara ungu høvundum. Hon hevur roynt seg bæði sum stuttsøguhøvundur og týðari. Hendan yrking hennara stóð í Varðanum 88, 2021. Fleiri tekstir hjá Anniku eru at síggja í Varðin 88 og 89, sum eru at fáa í bókabúðunum.

3. desember – yrking

Askur Skaalum Gregersen er ein av ungu yrkjarum okkara. Hendan ritstjórnin hevur síðan byrjan havt eina miðvísa ætlan um at geva debutantum rúm í Varðanum. Hendan yrking Asks stóð í Varðanum 88, 2021. Fleiri yrkingar hjá Aski eru í Varðanum 88 og 89. Báðir Varðar eru at fáa í bókabúðunum.

2. desember – Havið, bláa havið

Andri Snær Magnasson skrivaði bókina Um Tímann og vatnið í 2019. Í Varðanum 88, 100. árgangur, týddu Sanna A. Dahl og Guðrun í Jákupsstovu brot úr bókini, ið kallast Havið, bláa havið. Her er ein brellbiti úr bókini: Øll greinin kann lesast í Varðanum 88, 100. árgangur, sum er at… les meira

1. desember – Bøn fyri friði í Ukraina

Jana Mortensen sendi Varðanum hendan hugtakandi tekstin: BØN FYRI FRIÐI I UKRAINA í Hoyvíkar kirkju Ljóðið er ófrættakent … ljóðar sum hundraðtals flogfør flúgva beint oman fyri tekjuna á Hoyvíkar kirkju. Óttin fyri bumbuálopi sníkir seg spakuliga runt í kroppinum og tekur kaldliga um hjartarøtur, tó at eg væl veit,… les meira

Varðin er við!

Leygardagin var Varðin 89 lagdur alment fram á hátíðarløtu á Bókadøgur 2022 í Norðurlandahúsinum. Nakrir av høvundunum úr hesum Varðanum lósu upp úr verkum sínum. Her eru nakrar myndir frá tiltakinum: Varðin 89 er á tremur við áhugavedum tilfari, heilar 298 síður. Varðin fæst við at tekna seg sum haldara,… les meira

Varðin 89 lagdur fram í dag

Í dag, 19. november 2022 verður 89’indi Varðin lagdur fram á Bókadøgur í Norðurlandahúsinum. Tiltakið byrjar kl. 13 og fleiri av høvundunum í hesum Varðanum fara at lesa upp úr tekstum sínum. Tey, sum lesa eru: Paula Gaard Andrea Arnfríðardóttir Sámal Soll Solveig Hanusardóttir Olsen Arnbjørn Dalsgarð

Ein bøn fyri Salman Rushdie

Eftir Paul Auster (1993) Sámal Soll týddi Tað fyrsta eg gjørdi í morgun, áðrenn eg setti meg at skriva, var at hugsa um Salman Rushdie. Hetta havi eg gjørt hvønn morgun í skjótt fýra og eitt hálvt ár, og nú er tað vorðið ein týdningarmikil partur av míni dagligu arbeiðsgongd…. les meira