15. desember – Ævigt summar endaleyst vár

Týðingar eru eisini ein týðandi partur av tilfarinum í Varðanum. Í Varðanum 87, 2020, hevur Sanna A. Dahl týtt okkum hesa frálíku Bónusyrkingina hjá Andra Snær Magnason úr íslendskum. Varðin 87 er enn at fáa, antin í bókabúðunum ella hjá Bókamiðsøluni.

13. desember – Mamma mín Edith í Jákupsstovu

Í Varðanum er rúm fyri nógum tekstasløgum, eisini hugleiðingum. Beinta í Jákupsstovu hevði hesa áhugaverdu hugleiðing um mammu sína í Varðanum 87, 2020. Øll greinin kann lesast í Varðanum 87, sum enn finst til keyps, antin í bókabúðunum ella hjá Bókamiðsøluni.

12. desember – Brot

Nýggjasti Varðin, nr 89, 2022, hevur nógv áhugavert at bjóða, stuttsøgur, yrkingar, ummæli og fleiri greinar um ymiskt mentanartilfar. Anna Maria Dam Ziska hevur skrivað eina áhugaverda grein um samtíðalist í samband við framsýningina “Brot” sum er í Listaskálanum í hesum døgum. Lesi greinina alla sum hon er í Varðanum… les meira

11. desember – Sunnumorgun

Hendan 3. sunnudagin í adventu er hóskandi at lata ein brellbita av stuttsøguni Sunnumorgun eftir Sólrún Michelsen sleppa út á heimasíðuna, at lokka tykkum oman í bókabúðirnar at keypa spildurnýggja Varðan, nr. 89, 2022, har søgan kann lesast í síni heild. Sjálvandi ber eisini til at tekna seg sum haldara.

10. desember – Onkuntíð má man gera okkurt

Her er ein brellbiti úr søguni Onkuntíð má man gera okkurt eftir Sámal Soll. Restin av ræðandi søguni kann lesast í nýggjasta Varðanum, nr. 89, 2022, sum fæst í bókabúðunum ella við at tekna seg sum haldara.

9. desember – Áðrenn stjørnurnar sløkna

Næstu dagarnar fara vit at lata tykkum fáa ein brellbita av nøkrum stuttsøgum, sum eru í nýútkomna Varðanum, nr. 89, 2022. Vónandi verða tit so forvitin, at ti leypa oman at keypa Varðan í bókabúðunum ella tekna tykkum sum haldarar. Fyrsta søgubrotið er eftir Vónbjørt Vang. Søgan eitur Áðrenn stjørnurnar… les meira

6. desember – Katastrofuklár

Katastrofuklár longu í móðurlívi – ein grein umbókmentir, ummæli og kyn Nýggjasta Varðanum, nr. 89, árgangur 101, innleiðir Paula Gaard við áhugaverdari grein úr gransking síni um ummæli av føroyskum bókumentum í nýggjari tíð. Her er ein heilt stuttur brellbiti úr greinini: Varðin 89 er at fáa í bókabúðunum.