Jólini (og innlatingarfreistin) nærkast í hvørjum

SONY DSC

Títlingur umborð á skipi í Norðsjónum (© Hans Hillewaert / CC-BY-SA-4.0)

Fyrst fari eg takka tykkum, sum hava sent tilfar inn til Varðan! Bæði tykkum, sum hava sent inn av tykkara eintingum, og tykkum, sum hava sent inn eftir áheitan. Spennandi og fjølbroytt tilfar!

Og síðan fari eg at minna á, at freistin at lata tilfar inn til næsta Varðan er 8. januar í 2016. Allir tekstir hava áhugað, og allir tekstir verða lisnir. Men eg viðgeri tekstirnar, meti um teir og sendi tykkum teir aftur við viðmerkingum og fráboðan um, hvørt teksturin er tikin við ella krevur framhaldandi arbeiði.

Tá eg nú eri farin í holt við Varðan, hevur tað verið stuttligt at hyggja í gamlar Varðar og lesa tekstir frá ymisku tíðarskeiðunum. Varðin er veruliga ein varði í føroyskari mentanarsøgu, og tað er undrunarvert, hvussu høgt støðið mangan hevur verið.

Lesið meira…

Nýggi ritstjórin á Varðanum í Mentanarkafeeini

Í Mentanarkafeini í kvøld, týskvøldið 2. desember, eru bókmentir á breddanum. Tvey nýggj stuttsøgusøvn verða til viðgerðar: „Skuggamyndir“ eftir Ingun Christensen og „So hon starir inn í veggin“ eftir Arnbjørn Dalsgarð. Vit hitta høvundarnar og aftaná fara Vár í Ólavsstovu og Bergur Djurhuus Hansen at ummæla bøkurnar. Vit hitta eisini Dorit Hansen, sum er nýggjur ritstjóri á Varðanum, og Árna Dahl, sum á forlagnum Fannir endurútgevur gomul føroysk leikrit.

Útvarpið hjá Kringvarpinum kl. 19.00, 2. desember 2015, Suni Merkistein leggur til rættis.