Vinnarin ummældur í Varðanum

Í Varðanum 83, nr 1, sum kom út í vár, ummældi Eyð Berghamar Jacobsen skaldsøguna Hon sum róði eftir ælaboganum eftir Rakel Helmsdal.

Í dag, 29. august, kunngjørdi Útnorðurráðið, at Rakel Helmsdal hevur vunnið virðisløn Útnorðurráðsins fyri barna- og ungdómsbókmentir í 2016. Virðislønin, sum umframt heiðurin er 60.000 krónur, verður handað annað hvørt ár. Hetta er áttanda ferðin, at virðislønin verður handað, og aðruferð at ein føroyskur rithøvundur fær heiðurin. Í 2006 vann Bárður Oskarsson við barnabókini Ein hundur, ein ketta og ein mús.

Varðin ynskir Rakel Helmsdal hjartaliga til lukku við virðislønini og setir í tí sambandi ummælið hjá Eyð Berhamar Jacobsen her á bloggin:

Eyð Berghamar Jacobsen: “Hon, sum róði eftir ælaboganum” (ummæli)

Rakel Helmsdal (f. 1966), ið telist millum virknastu rithøvundar í Føroyum í løtuni, og sum er best kend fyri sínar mongu barnabøkur, gav í 2014 út Hon, sum róði eftir ælaboganum. Bókin er fyrsta skaldsøgan, ætlað ungum og vaksnum, sum Rakel hevur latið úr hondum.

Fremst í bókini er eitt bíbliusitat, ið er endurgivið á latíni og føroyskum:

“Tí at nú síggja vit í spegli, í gátu; men tá skulu vit síggja andlit til andlits; nú kenni eg í pørtum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg eri sjálvur til fulnar kendur.”

Sitatið sipar, sum flest øll vita, til at lívið her á foldum er ein gáta, men tá vit koma til himmals eftir deyðan, skulu vit kenna sannleikan. Skaldsøgan er í 15 pørtum, ið allir hava eitt føroyskt heiti umframt eitt tónleikaheiti úr verkinum Enigma Variations eftir bretska tónaskaldið, Edgar Elgar. Kapitlarnir eru skrivaðir við støði í hesum verki. Orðið Enigma merkir gáta og tykist peika á tað sama sum bíbliusitatið fremst í bókini.

Í skaldsøguni fylgja vit høvuðspersóninum, 16 ára gomlu Argantael. Støðugt flyta vit okkum aftur og fram í tíð, frá fyrstu síðu, har unga gentan í fluttari merking skræðir sítt 16 ára gamla lív burtur úr dagbókini og hevur tikið ta lagnumiklu avgerð um at beina fyri sær, til hendingar, ið eru farnar fram framman undan hesum.

Sæð uttanífrá er tilveran hjá Argantael føgur, og hon tykist at hava alt, sum eitt barn ella ein tannáringur kann ynskja sær. Hon býr í glæsiligum húsum, har hon hevur stórt kamar við eini ørgrynnu av leikum. Hon klárar seg framúr væl í skúlanum, til ballett og í ungdómssymfoniorkestrinum. Men veruleikin er eisini ein annar. Vit fáa at vita, at Argantael er vaksin upp við sálarsjúkari mammu, sum ongantíð hevur verið før fyri at elska hana, og einum pápa, ið ongantíð var til staðar.

Umhvørvið, ið verður lýst í skaldsøguni er rættuliga tíðarleyst og ikki knýtt at veruligum støðum. Ongar beinleiðis tilsipingar eru um tøkni ella onnur viðurskifti, ið kunnu staðseta hendingarnar í dagsins samfelag. Ungfólk fara í veitslur heima hjá hvørjum øðrum, har tey dansa pardans og syngja. Tey fara ikki á kafé ella í náttklubba og tosa ikki í fartelefon ella reika á alnetinum, sum dagsins ungdómur ger. Tað er heldur ikki nógv, ið talar fyri, at hendingarnar fara fram í Føroyum. Berghol, klettar, árabátur, Niðri í Lón og Norðkai minna um føroyskar náttúrulýsingar, og veðrið er ofta illfýsið, váttligt, myrkt og kalt, men hinvegin eru persónsnøvnini og flestu gøtu-og staðarnøvnini sera óføroysk, eitt nú Argantael, Eugenia, Dagan, Morgana, Katalina, Lucius Giannisvegur, Ferdinand Florintinsvegur, Robert Molesargøta, Port Janua o.s.fr.

Frásøgufólkið flytir okkum við hóvligari ferð aftur og fram í tíð. Hetta verður gjørt við einum løttum og rytmiskum flogi, har nógvar tilsipingar eru til tónleik og dans. Frásøgnin skiftir javnan millum kenslur Argantaels, tá hon minnist aftur á farnar hendingar, til áratøkini ”eeeitt og so tvey, eeeitt og so tvey, eeeitt og so tvey,” ið koma fyri um aftur og um aftur. Áratøkini minna um stevini í einum dansi ella rútmuna í einum tónaverki. Dansur er samstundis eitt evni, ið kemur fyri fleiri ferðir í søguni og fyrstu ferð, tá Argantael minnist, hvussu mamman sendi hana á dansiskeið, hóast hon hvørki tímdi ella dugdi at dansa. Seinni hoyra vit um veitsluna hjá Irith, har Argantael møtir Dagani og roynir at bera seg undan, tá hann vil dansa við henni. Men hann fær sín vilja, og at enda dansa tey ovurkát og læandi.

Áttandi kapittul, sum er í miðjari bókini eitur Várofrið. Hetta er aftur ein onnur tilsiping til tónleikaheimin og dansin, og fremst í bókini er tilskilað, at kapittulin er skrivaður beinleiðis til verkið Le Sacre du Printemps eftir Igor Stravinskij. Tónleikaverkið er ein ballett, ið snýr seg um eina gentu, sum dansar seg í deyðan. Hugskotið til verkið fekk tónaskaldið í einum dreymi, og verkið er kent fyri sítt ósamsvar og sítt tónleikaliga ósamljóð. Júst sum í tónleikaverkinum byrjar hesin kapittulin við, at Argantael er í einum kátum ringdansi saman við øðrum gentum. Eisini hetta er ein dreymur, har Argantael hevur ein erotiskan dreym um Morganu. Ósamljóðið í tónleikinum sæst aftur í ósamljóðinum í tvídráttinum í Argantael og ráðaloysi hennara viðvíkjandi kynsliga samleikanum ella samleikanum sum heild. Kanska er tað at fara ov langt at siga, at sjálv skaldsøgan er sum ein deyðsdansur, har Argantael rør seg í deyðan, men í øllum førum leiða lkómandi og taktføstu áratøkini tankarnar aftur til deyðsdansin eftir Stravinskij.

Enigma Variations eftir Edgar Elgar er bygd upp soleiðis, at hvør variatión er ein tónleikamynd av bestu vinunum hjá tónaskaldinum, har teir hvør sær umboða eina loysn av gátuni. Tað er ikki óhugsandi, at Rakel Helmsdal hevur fingið íblástur av hesum tema til bók sína Hon, sum róði eftir ælaboganum, tí persónslýsingarnar í hesi skaldsøguni eru nógvar og umfatandi, bæði av vinunum Enu og Sebastian, sum Argantael megnar at skúgva frá sær uttan at geva gætur, at tey elska hana treytaleyst.

Skaldsøgan er instillað til Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins, sum verður latin í august í ár. Hetta er væl uppiborið, og skaldsøgan er væl skikkað at umboða Føroyar í ungdómsbókmentum. Ung við sálarligum trupulleikum, ið eru troytt av lívinum ella ikki finna seg til rættis í samfelagnum, er eitt nógv nýtt evni í dagsins ungdómsskaldsøgum. Harumframt snýr skaldsøgan seg í stóran mun um leitan eftir kynsligum samleika, og er skaldslig viðger av hesum tema eitt annað samtíðarrák á norðurlendska bókmentapallinum.

Høvuðspersónurin, Argantael, kennir skuggan av sálarsjúku mammuni hanga yvir heimi og lívi sínum. Morgana er mótsetningur Argantaels, og hon er málað í sterkt reyðum. Hóast vit fleiri ferðir beinleiðis fáa at vita, at Argantael hevur kenslur fyri Morganu, so tykist Morgana í nógvum førum sum ein dreymasjón ella eitt “fatamorgana”, har hon umboðar villa og ótamda seksualitetin, sum skikkiliga og ordiliga Argantael ikki torir at sleppa leysum. Vit fáa ongantíð at vita, um Argantael røkkur ælaboganum við nýggjum samleika, ella um hon søkkur til botns, og vit kunnu sostatt siga, at søgan verður verandi eitt enigma – ein gáta.

Hóast innihaldið í skaldsøguni er tungt, so megnar rithøvundurin við einum løttum poetiskum flogi og sera litføgrum persónslýsingum at gera søguna lættlesiliga , og Hon, sum róði eftir ælaboganum kann viðmælast bæði ungum og vaksnum og hevur uppiborið nógv meira umrøðu, enn hon higartil hevur fingið.