Leonard Cohen – Varðin, 2014

leo3

Leonard Cohen (21. september 1934 – 7. november 2016)

Varðanum bind 81, hefti 3, hevur Sámal Soll grein um sangaran og skaldið, Leonard Cohen. Nú hann er deyður, 82 ára gamal, hevur Varðin fingið loyvi frá Sámal Soll at seta greinina á bloggin.

Sámal Soll

Ein einastandandi hás whiskeyrødd við einum varligum gittara afturvið. Soleiðis kenna vit sangirnar hjá Leonard Cohen. Í tónleikinum hjá Cohen eru tað orðini, ið bera størsta týdningin. Fyrst í nítiárunum, stutt fyri hann fór í buddistiskt munkaklostur, var Leonard Cohen gestur í tónleikasendingini Later… with Jools Holland hjá BBC. Í sendingini bleiv Cohen spurdur um hví hann valdi at fara undir at yrkjara og syngja. Cohen, sum fyllir 80 á ár, var skjótur við svarinum: “Tað var fyri at fáa konufólk, sjálvandi.” “Og eydnaðist tað?” spurdi Jools Holland. “Ja,” svaraði Cohen, og legði afturat: “Tað riggar enn.”

Kvinnur og seksualitetur eru afturvendandi evnið hjá Cohen. Fleiri av sangum hansara eru yrktir beinleiðis til eina kvinnu. Dømir eru sangirnir “Suzanne”, “So Long, Marianne” og “Seems so long ago, Nancy”. Í hesum sangum, og øðrum, lovprísar Cohen kvinnum, sum á einhvønn hátt, hava serligan týdning fyri hann. Sum sæst á nøvnunum, eru sangirnir ikki altíð til somu kvinnuna og onkuntíð yrkir Cohen eisini um søguligar kvinnur; eitt nú í sangum sum “Queen Victoria” og “Joan of Arc”. Sostatt eru tað ikki bert tær kvinnur, sum Cohen sjálvur hevur kent, ið verða tiknar fram í sangunum.

Í hesum seinna sangi, “Joan of Arc,” nýtur Cohen lívið og deyðan hjá hesum franska halgimenni, ið varð brend á báli í 1400-árunum, til at lýsa tað vakra og ræðuliga í kærleikanum. Hetta er ein kærleiki, sum í byrjanini er brennandi, men sum síðani gerst kaldur sum øska. Við myndamálið verður eldurin á bálinum gjørdur til ein mann og sangurin lýsur hvussu eldurin fríggjar til gentuna, so hon at enda samtykkir at verða brúður hansara. Men slíkur kærleiki hevur avleiðingar. Tað gerst greitt, at hesi bæði (kvinnan og maðurin – halgimenni og bálið) eru mótsetningar (“…if he was fire, oh, then I must be wood”), tí eftir vígsluna á bálinum er bert dustið eftir, sum eldurin tekur sær inn í sítt brennandi hjarta.

Í sangum og yrkingum hjá Cohen verður tað kynsliga og tað religiøsa blandað saman í myndamálinum, so at seksualiteturin gerst spirituellur. Millum kendastu reglum í tónlistaheiminum er: “She’s touched your perfect body with her mind” úr sanginum “Suzanne” hjá Cohen.

 

Byrjanin

Leonard Norman Cohen varð føddur tann 21. septembur í 1934 í Montreal, Kanada. Í ungdómsárunum var hann yrkjari burturav. Hann gav út fyrsta yrkingasavnið, Let Us Compare Mythologies longu í 1956, meðan hann enn gekk á universiteti í Kanada. Savnið vakti ongan serligan ans og Cohen flutti til New York at enda sína útbúgving har á Columbia University.

 

Hydra

Troyttur av Amerika var hann so heppin at fáa játta stuðul til eina ferð til Evropa í sambandi við lesturin. Hann ferðaðist víða um í teimum evropeisku londunum, men valdi at enda at búseta seg á griksku oynni Hydra saman við norsku unnustuni, Marianne Jensen – tann, sum sangurin er um.

Á Hydra skrivaði hann lívsjáttandi yrkingasavnið The Spice-Box of Earth, sum varð væl dámt bæði av ummælarum og lesarum. Triða savnið, Flowers For Hitler, varð als ikki dámt. Við teimum báðum fyrru søvnunum var Cohen blivin kendur sum ein yrkjari, ið skrivaði um vakurleika, men hetta savnið var mest um hatur, hildu ummælarnir, og tað hóskaði hvørki til Cohen ella tíðarandan í 1960’unum. Cohen hevur seinni sagt, at hann heldur ikki, at tað var um hatur. Tað var mest eitt slag av aftursvari, sigur hann, frá einum ungum jøda til tann ræðuleika, sum nasistarnir ímyndaðu.

 

Rithøvundur:

Tað var eisini á Hydra, at hann skrivaði skaldsøgurnar báðar – The Favorite Game og Beautiful Losers. Upprunaliga hevði hann skrivað eitt drúgvt handrit, men kanadiska forlagið McClellan & Stewart vildi bert geva tað út um Cohen skar tað niður í helvt og burturbeindi banniorðini. Endaliga handritið varð The Favorite Game. Ein kann undrast í dag – 40 ár eftir útgávuna – hví upprunahandritið ikki er givið út. Kanska er Cohen heldur ikki nøgdur við góðskuna. Hann er kendur fyri at taka sær góða tíð við tí, hann skrivar og vil ikki lata tað frá sær fyrr enn hann er nøgdur við innihaldið. Eitt nú kann nevnast, at tað tók honum tvey ár at skriva sangin “A Thousand Kisses Deep”, sum er á fløguni 10 New Songs, ið kom út í 2002.

 

Yndisleikurin

Fyrra skaldsøgan hjá Cohen, The Favorite Game, er ein poetisk, men traditionel bildungsroman (t.e. menningarskaldsøga), tó man hon vera ein tann fyrsta av sínum slagi í Kanada. Søgan lýsir lívið hjá einum ungum kanadiskum jøda, sum gerst yrkjari. Lawrence Breavman eitur høvuðspersónurin og hann er so líkur Cohen sjálvum, at tað ber næstan til at lesa skaldsøguna sum sjálvsævisøgu. Aftrat tí, eru mangar av yrkingunum hjá Cohen frá The Spice-Box of Earth endurprentaðar í The Favorite Game sum yrkingar hjá Breavman. Á tann hátt gerst fjarstøðan millum tann íspunna Breavman og tann veruliga Cohen enn styttri. Í brævi til Jack McClellan, stjóran fyri McClellan & Stewart, sum góvu bókina út, skrivaði Cohen: “Eg eri ikki Lawrence Breavman, men vit gjørdu mong av teimum somu tingunum. Men vit reageraðu øðrvísi, so vit blivu ólíkir menn.”

The Favorite Game er um búningina av Lawrence Breavman sum yrkjara. Týdningarmiklasta í hesari búning er hansara tráðan eftir kvinnum, kærleika og sex og hvussu tann tráðan verður umsett til yrkingar. Skaldsøgan er eisini um tey arr – verulig og myndamálslig – sum man fær av slíkari tráðan. “A scar is what happens when the word is made flesh.” Bæði fyri Breavman og Cohen tykist seksualitetur at vera brennievni til listina.

Eina góða ábending um hvussu Cohen arbeiðir finna vit í hugburðinum hjá Breavman til lívið. Fyri Breavman er lívið sjálvt eitt listarverk. Hann er upptikin av royndini at fanga løtuna – at steðga tíð, so at løtan gerst list. Miðskeiðis í bókini tá Breavman og Krantz, vinmaður hansara, koyra runt um í Montreal í bilinum hjá hesum, fær lesarin tríggjar síður av setningum sum hesar.: “Lat tað verða, sum tað er nú (…) Lat kavan verða verandi (…) Lat okkum ongantíð finna annað at gera.” Tað er áhugavert, at tað djúpa ynski um at standa stillur í tíð er í andstøðu við ferðina á bilinum teir sita í, sum fer við fúkandi ferð eftir vegnum, meðan Breavman ynskir at seinka ferðini á lívsgongd sínari.

 

Vakrir taparir

Í seinnu skaldsøguni hjá Leonard Cohen, Beautiful Losers er eisini hendan tráðanin eftir einum spirituellum seksualiteti. Høvuðspersónur og forteljari verður ikki nevndur við navni. Vinmaðurin hjá honum (sum av og á eisini er elskarin) eitur F. Tá søgan verður skrivað er forteljarin ein eldri antropologur, sum minnist aftur á lívið hjá sær. Hann er serfrøðingur í einum indiánarafólki, ið kallast “the A—-‘s” og hevur alt lív sítt arbeitt uppá eina ritgerð um Catherine Tekakwitha, sum var av hesum fólki.

Catherine Tekakwitha er fyrsta indianska halgimenni, sum katólska kirkjan hevur kanoniserað. Síðani einaferð í 60unum hevur Cohen havt eina mynd av Catherine Tekakwitha í mappuni hjá sær. Aftanfyri myndini hevur hann avskrivað tí katólsku bønina, sum hoyrir til hetta halgimenni. Sum kvinna og halgimenni ímyndar Catherine Tekakwitha (líksaum Jeanne d’Arc eisini ger tað) hesa sameiningina av tí kynsliga og tí religiøsa. Ta myndina, sum Cohen gevur av henni í Beautiful Losers, er onkrastaðni ímillum søguligan veruleika og mýtologiskan fantasi. Forteljarin skrivar søguliga ritgerð um hana, men veruliga er tað ein roynd at gera hana til veruleika onkursvegna – at gera orðið til kjøt. Men hetta eydnast honum ikki. Tó eydnast tað vinmanni hansara, F., at fara í song við teimum fýra indianaragentunum, sum eru eftir av “A—–“ slagnum. Tað gerst klárt fyri lesaran, serliga eftir at hava lisið síðsta brotið av skaldsøguni, at hesir báðir, forteljarin og F., allarhelst munnu vera tvær síður av sama manni.

 

Tónleikurin

Eftir 8 ár á Hydra hevði Cohen fingið nokk av familjulívinum (So long, Marianne!) og flutti so aftur til USA, har hann hevði ætlanir um at gerast sangskrivari. Hann búsettist nær Nashville og kom í samband við tónleikalívið har. Í 1967 spældi hann fyri fyrstu ferð framman fyri eini størri mannamúgvu á eini fólkatónleiksfestival í Newport. Millum áskoðarnar sat John Hammond, sum arbeiddi hjá plátufelagnum Columbia. Teir gjørdu skjótt av og longu árið eftir var fyrsta plátan hjá Cohen, The Songs of Leonard Cohen, komin út. Á hesu plátu vóru sangir sum “Suzanne”, “So Long, Marianne” og “Sisters of Mercy”. Sangirnir vóru rættir til tíðarandan og Cohen helt fram í sama stíli gjøgnum næstu pláturnar, Songs From a Room, Songs of Love and Hate og New Skin for the Old Ceremony, sum komu út millum 1968 og 1974.

 

Death of a Lady’s Man og Death of a Ladies’ Man

Eftir ein 3 ára støðg vildi Cohen royna okkurt nýtt við tónleiki sínum. Hann valdi tann kenda produsarinum Phil Spector at arbeiða saman við til næstu plátu sína. Men hetta var nokk ikki eitt gott hugskot. Spector var kendur fyri sítt serliga ljóð, sum nevndist “The Wall of Sound” og sum skilst so legið hann stórsta týdningin á tað arbeiði og tilvirkan, ið verður gjørd eftir at sjálvur sangurin er tikin upp.

Cohen, sum annars dámdi best at halda sangirnar einfaldar uttan ov nógv “óljóð”, slapp ikki framat miksipultinum. Spector hevði enntá syrgt fyri at hava vápnaðir menn at taka bondini úr studionum hvørt kvøld og stongja tey inni í pengaskápinum heima hjá sær sjálvum. Einaferð tá Cohen, seint eina nátt, ætlaði bara at sleppa øllum arbeiðnum við plátuni, setti Spector ein revolvara at høvdi hansara og bað hann fara inn aftur at syngja.

Tá plátan, Death of a Ladies’ Man endiliga kom út í 1977 var Cohen als ikki nøgdur við úrslitið. Samstundis gekk tað illa hjá honum í privatlívinum. Hann og Suzanne, kvinnan, sum hann hevði verið saman við í nøkur ár, og sum eisini var mamma at báðum børnum hansara, vóru farin frá hvørjum øðrum. Í sanginum “Death of a Ladies’ Man” syngur hann: “Now the great affair is over but whoever would have guessed, it would leave us all so vacant and so deeply unimpressed.”

Hann hevði eitt yrkingasavn fult av kærleiksyrkingum til Suzanne liggjandi klárt til at geva út, men valdi at steðga tí frá prenting í síðstu løtu. Eftir umhugsan gav hann tað út alíkavæl, men ikki sum hann upprunaliga hevði ætlað tað. Hann gav tí heitið Death of a Lady’s Man. Næstan sama heitið sum plátan, men hesuferð var tað í eintali, tí talan var bert um ta einu “lady”. Fyri hvørja yrking í upprunasavninum, hevði hann skrivað eina mótyrking, sum viðmerking til tí upprunaligu. Viðmerkingarnar allar mótsiga yrkingunum á einhvønn hátt og soleiðis er tað ein beisk roynd at oyðileggja yrkingarnar og tann týdning tær einaferð høvdu fyri honum. Hann byrjar savnið við orðunum “Death to this book or fuck this book and fuck this marriage.” Trupulleikin við at gera kvinnur sínar til yrkingar er tann, at um kvinnan fer, tá fer yrkingin eisini.

 

Hallelujah

Tað vóru kanska hesar upplivingar, sum fingu Cohen at leita aftur til ta religiøsu mentan, hann var føddur inn í. Jødiska bakgrundin hevur altíð havt stóra týdning fyri hann og hetta sæst aftur í næstu útgávum hansara. Hann byrjaði at kanna hetta málið í Recent Songs í 1979, men tað kom ikki rættuliga til sjóndar fyrr enn hann gav næstu bók sína út. Book of Mercy, frá 1984, er ikki rættuliga eitt yrkingasavn, men heldur eitt sálmasavn. Í savninum eru 50 “sálmar”, sum veruliga eru ymiskar meditatiónir og bønir. Av øllum søvnunum er hetta tað Cohen sjálvur er minst til staðar í. Yrkingarnar komu ikki burturúr upplivingum í privatlívinum ella minnum, men venda sær heldur til eina hægri makt. Fleiri av sangunum av plátuni Various Positions, sum kom út árið eftir, sum t. d. “Hallelujah”, “If it Be Your Will” og “The Night Comes On” tykjast eisini sálmakendir bæði í framførslu og innihaldi.

 

First We Take Manhattan

Í 1988 – 20 ár eftir fyrstu plátuna –  fekk Cohen fyri fyrstu fer eitt reiðiligt útvarpshitt. Tað var kendi sangurin “First We Take Manhattan” av plátuni I’m Your Man. Sangurin lá á fyrsta plássi á hittlistum kring alt Evropa og nú var broyting aftur komin í. Sálmaskrivarin var burtur og tann gamli yrkjarin var komin afturíaftur. Við hesu plátu hevði Cohen eisini fingið ein nýggjan leiklut: samfelagsrevsarin. “I’m guided by the beauty of our weapons” syngur hann speiskur og “I don’t like these drugs that keep you thin”. Líkasum huglagið í “Suzanne” og “Sisters of Mercy” hóskaði væl til optimistiska kærleiksandan síðst í 60unum, er “First We Take Manhattan” rættur til amerikanska yuppie huglagið í 80unum.

Tó skal tað ikki sigast, at plátan bara er álvarsamur samfelagskritikkur. Sangurin “Ain’t No Cure for Love” er ein góður gamal kærleikssangur og í “Tower of Song” sleppur Cohen eisini at gera gjøldur burturúr sær sjálvum, tá hann syngur í hásu whiskeyrøddini: “I was born like this. I had no choice, I was born with the gift of a golden voice.”

 

The Future

Cohen fekk nokk av nítiárunum næstan longu áðrenn tey vóru byrjað. Hann gav út fløguna The Future í 1992, og hon er uttan iva tann daprasta, hann hevur latið frá hondum. Har er meira ferð á enn á tí undanfarnu fløguni og eyðkenda røddin – sum er vorðin uppaftur hásari við árunum – kemur her til sín fulla rætt.

Fá ár eftir, at fløgan kom út, gjørdi Cohen av at leggja lív sítt um. Í mong ár hevði hann havt samband við munkarnar á Baldyfjallinum við Los Angeles, og hóast hann enn var jødi og ikki ætlaði at konvertera, fekk hann loyvi at búseta seg har og liva sum munkalærlingur.

 

Jikan

Í munkaklostrinum fekk Cohen nýtt buddistiskt navn: Jikan, sum merkir “hin stilli”. Tær dagligu uppgávurnar, sum hann hevði á klostrinum, vóru mest tær húsligu. Hann fór á føtur klokkan 3.00 um náttina fyri at fyrireika dagin. Fór undir at matgera til hinar munkarnar og annars bara at taka sær av 94 ára gamla lærumeistara sínum Zen munkinum Roshi. Í tí, ið var eftir av degnum, skuldi hann meditera, men hann fekk tó stundir til at skriva eisini.

Meðan Cohen enn var í munkaklostrinum skrivaði hann hópin av nýggjum yrkingum og sangum. Harafturat málaði hann og var eisini farin undir grafiska list við teldu. Á vári í 1997 byrjaði hann at senda nakrar av hesum yrkingum og tekningum til finnan Jarkko Arjatsalo, sum stendur fyri heimasíðuni www.leonardcohenfiles.com. Síðani tá hevur hann eisini sent Arjatsalo uppruna handritið til Suzanne umframt ymsar aðrar sangir.

 

Boogie Street

Eftir fimm ár og lokna lærutíð á Baldyfjallinum gjørdi Cohen av at venda aftur til gamla lívið. Við sær hevði hann teir sangir, sum endaðu á fløguni Ten New Songs.

Heitið ljóðar kanska eitt sindur keðiligt og simpult: har eru 10 sangir á henni. Men tá ein kennir Cohen og hansara arbeiðshátt, serliga tá tað kemur til tað religiøsa myndamálið, er lætt at gita sær, hvat hann hevur ætlað við heitinum. Líkasum Móses á sinni kom niður av fjallinum við teimum tíggju boðunum til tey, ið bíðaðu, kom Leonard Cohen endiliga niður aftur av sínum fjalli við sínum boðum til teirra, ið bíðaðu eftir honum. Sum hann syngur á Boogie Street:  “I’m turning tricks, I’m getting fixed, I’m back on Boogie Street.”

 

Book of Longing

Í 2006 gav Leonard Cohen út sítt, leingi væntaða, áttanda savn av yrkingum, Book of Longing. Hetta var fyrsta yrkingasavn, sum varð latið úr hondum Cohens síðani Book of Mercy 22 ár fyri í 1984. Somuleiðis vóru fimti ár liðin, síðani Cohen gav út fyrsta yrkingasavn sítt, Let Us Compare Mythologies, í 1956.

 

I know she is coming

I know she will look

And this is the longing

And this is the book

-Úr yrkingini “Book of Longing”

 

Book of Longing er eitt yrkingasavn, tað er einki at ivast um tað, men bókin er tjúkk og líkist meiri einari miðallangari skaldsøgu í vavi. 167 eru yrkingarnar í tali, mangar teirra væl yvir síðuna. Haraftrat eru 42 tekningar við teksti, ella smáum yrkingum á. At enda er ein øgiligur hópur av tekningum og løgnum smáum stemplum uttan teksti.

Har er sanniliga meiri enn í yrkingasøvnum flest, eisini um samanborið verður við elstu søvnini hjá Cohen: Let Us Compare Mythologies (frá 1956), The Spice-Box of Earth (1961), Flowers for Hitler (1964), Parasites of Heaven (1966), The Energy of Slaves (1972), sum øll eru sum smalir bóklingar afturímóti.

Yrkingarnar í Book of Longing er sera ymiskar. Nakrar yrkingar eru sum lítlar stuttsøgur í longd, sum t.d. “The Luckiest Man in the World,” sum inniheldur hendan lítla gullklumpin av vísdómi: “If you are not clear about which spiders are poisonous, kill them all.” Áhugavert ráð frá einum buddistiskum munki.

Summar av yrkingunum eru siðbundnar við rími, meðan aðrar eru fríari í formi. Nakrar eru daprar og aðrar skemtingarsamar.

 

Better than poetry

is my poetry

which refers

to every thing

that is beautiful and

dignified, but is

neither of these itself.

-Úr “Better”

 

Góðskan á yrkingunum í Book of Longing er somuleiðis ymisk. Nakrar teirra eru heilskapaðar, so sum “A Thousand Kisses Deep”, “The Great Divide” og fyrsta yrkingin í savninum, sum eisini eitur “The Book of Longing”, meðan aðrar tykjast ólidnar, sum skitsur ella bara sum reglur av skemti.

 

“I Am Now Able”

I am now able

to sleep twenty hours a day.

The remaining four

are spent

telephoning a list

of important people

in order

to say goodnight.

 

Jikan

who was born

to make men laugh

bows his head.

 

Í innihaldi eru flest allar yrkingarnar ævisøgukendar við einum frasøgufólki (ella talara), sum nevnir seg Leonard ella Jikan. Eisini onnur nøvn úr veruliga lívi Cohens koma fram, t.d. verður Roshi, buddistiski lærumeistari Cohens á Baldyfjallinum nevndur fleiri ferð.

 

“The Lovesick Monk”

I shaved my head

I put on robes

I sleep in the corner of a cabin

sixty-five hundred feet up a mountain

It’s dismal here

The only thing I don’t need

is a comb.

 

Tað er ikki eitt krav, men kortini ein fyrimunur um man hevur eina vitan um lív og viðurskiftini hjá Cohen, áðrenn man fer í holt við at lesa yrkingarnar. Ein yrking eigur tó altíð at kunna njótast uttan, at man veit so nógv um hann ella hana, ið skrivaði hana, men onkuntíð fær man meira úr yrkingini. Kanska serliga, tá tað snýr seg um Leonard Cohen, tí honum dámar væl at nýta tilfar úr egnum lívi til yrkingar sínar.

 

“His Master’s Voice”

After listening to Mozart

(which I often did)

I would always

Carry a piano

Up and down

Mt. Baldy

And I don’t mean

A keyboard

I mean a full-sized

Grand piano

made of cement

Now that I am dying

I don’t regret

A single step.

 

Order of the Unified Heart

Book of Longing er á mangar mátar um tey somu evnini sum eldru yrkingarnar, skaldsøgurnar og sangirnir hjá Cohen. Um Gud og kvinnuna – tí heilagu og tí holdligu tráanini. Hetta er, so at siga, ikki nógv broytt síðani Let Us Compare Mythologies fyri fleiri enn hálvthundrað árum síðani.

Áhugavert er kortini, at Cohen í Book of Longing nýtur eitt heimagjørt stempul við einum ávísum súmboli, sum skal ímynda hesa sameining ímillum tað andaliga og tað kynsliga lívið. Hann er kanska sjálvur so tilvitaður um hesa endurtøkuna av sínum boðskapi, at hann ger gjøldur burtur úr sær sjálvum.

Talan er um tvey reyð hjørtu, sum eru sett oman á hvørt annað, soleiðis at tey mynda eina dávidstjørnu. Hendan mynd er at síggja allastaðni i Book of Longing. Hvør tann einasta tekning er blivin stemplað við “The Order of the Unified Heart”, sum hann nevnir merkið.

Síðani bókin kom út, hevur Cohen havt stemplið uppi á sær, tá hann hevur signerað eintøk av Book of Longing í bókahandlum. Fjepparir hava so statt fingið eitt stempul í bókina aftrat autografinum og kunnu tískil rópa seg limir í “The Order of the Unified Heart”.

Tað sæst í flestu yrkingunum, at buddisman hevur havt nógv at týða fyri Cohen. Kortini tvíheldur hann um, at hann ikki hevur konverterað. Buddistiski lívstílurin er ikki annað enn tað, ein lívsstílur, meðan jødadómurin, sum hann var føddur inn í, enn er rætta trúgv hansara.

 

“Not a Jew”

Anyone who says

I’m not a Jew

Is not a Jew

I’m sorry

But this decision

Is final

 

Aldurstekin

Hóast Cohen mangan hevur verið á hesum krossvegnum millum andalig tráan og holdliga girnd áður, er tað kortini uttan iva enn her hann er bestur. Í áttati- og nítiárunum royndi hann seg sum samfelagsrevsari við fløgunum I’m Your Man og The Future og hóast báðar fløgur hava mong gullkorn, so er hann við Book of Longing vendur aftur til tað persónliga og inniliga.

Eitt nýtt, men týdningarmikið tema í Book of Longing, eitt sum eisini kemur fram á seinastu fløgunum hjá Cohen (Dear Heather og Old Ideas), er hetta at eldast og alsamt at nærkast deyðanum og hvussu hetta ávirkar áðurnevndu tráan og girnd.

 

And death is old

But it’s always new

I freeze with fear

And I’m there for you

-“There For You”

 

Hetta aldurstema kemur serliga greitt fram í øllum teimum mongu sjálvsmyndunum og viðmerkingunum til tær í bókini. Tað er onkursvegna løgið, at næstan allar tær mongu myndirnar í Book of Longing eru sjálvsmyndir. Hví brúkar Cohen so nógva tíð uppá at tekna sítt egna andlit ferð eftir ferð, tá hann annars hevur skrivað so nógv um kvinnur?

 

“My Time”

My time is running out

and still

I have not sung

the true song

the great song

 

Í savninum eru bert einar 2 myndir, sum hann hevur teknað av kvinnum, restin, undantikið nakrar av Roshi, eru av Cohen sjálvum. Harumframt hava sjálvsmyndirnar allar tíðarfesting, so kanska roynir Cohen at fylgja við onkrari innari búning á egna andliti? Ella heldur hann tað bara vera stuttligt at tekna seg sjálvan? Sjálvsmyndirnar tykjast rættuliga spontanar, eisini tí teksturin til myndirnar lýsir okkurt ávíst sinnalag, sum hóskar væl til akkurát ta myndina.

 

It is merely a song

Merely a prayer

Thank you, Teachers

Thank you, Everyone.

-“Looking Through my Dreams”

 

Líkasum sangirnir í Dear Heather eru nógvar av yrkingunum ognaðar lærumeistarum og týdningarmiklum vinfólki. Fremst teirra munkurin Roshi, sum Cohen lærdi undir og var persónligi hjálparmaður hanasara í tíðini Cohen var á Baldyfjallinum í nítiárunum.

 

Eftir mínum tykki hevur Cohen heilt greitt valt tær bestu yrkingarnar at gera til sangir. Ella hevur hann arbeitt meira við teimum, sum hann hevur valt til sangir, t.d. “A Thousand Kisses Deep”, “Nightinggale” og “There for You”. Í øllum førum eru sang-yrkingarnar tær mest heilskapaðu í savninum.

Eitt lítið vónbrot kanska, at yrkjarin ikki er komin fram til onkra størri opinbering hesi seinastu 22 árini. Men kanska er opinberingin bert hon, at hann hevur verið á rættari leið allatíð. So kann man ikki vera annað enn nøgdur.

 

Persónlig fíggjarkreppa

Hóast hann hevði havt eitt langt lív við viðgongd, so fór Leonard Cohen so at siga á húsagang mitt í 00’unum, tá hann varnaðist, at umboðskvinna sín, Kelley Lynch, hevði stolið pengar frá sær. Tað var dóttir Cohen, Lorca, sum fekk illgruna til umboðskvinnuna og tá Cohen kannaði konturnar, gjørdist tað greitt, at allur peningurin var burtur. Í veruleikanum var stuldurin byrjaður longu 10 ár frammanundan.

Cohen legði sak ímóti Kelly Lynch í 2005 fyri stolnu pengarnar og vann sakina, men hann fekk ongar pengar aftur. Hetta var høvuðsorsøkin til, at Leonard Cohen, sum 74 ára gamal, fór á konsertferð kring allan heim í 2008. Honum tørvaði pengarnar.

Konsertferðin helt fram tey næstu árini og varð bert fyribils steðgað av upptøkunum til nýggju fløguna.

 

Old Ideas

Old Ideas er 12. studioútgávan hjá Leonard Cohen. Old Ideas kom út tann 31. januar í 2012 og rakk hægri upp á hittlistarnar kring heimin enn nøkur onnur útgáva hjá honum. Hon endaði á fyrsta plássi í Kanada, Noregi, Finnlandi, Hollandi, Spania, Belgia, Póllandi, Ungarn, Kekkia, Kroatia og Ný-Sælandi.

Eins og Ten New Songs og Dear Heather áðrenn, so eru sangirnir á Old Ideas merktir av eksistentiellari samanumtøku. “I’ve got no future, I know my days are few,” syngur hann á sanginum “Darkness,” sum var staklagið, ið kom út stutt áðrenn sjálva fløguna. Soleiðis er Old Ideas á mangan hátt ein meditatión um deyðan, sum ikki kann sleppast undan. Ikki so frægt sum fortíðin er trygg: “I thought the past would last me, but the darkness got that too.”

 

Leonard Cohen á føroyskum

Í 2013 gav fuglfirðingurin Niels Midjord út fløgu við heitinum “Leonard Cohen tulkingar”. Niels Midjord hevur sjálvur umsett flestu av sangunum á fløguni, men Aleksandur Kristiansen hevur eisini týtt nakrar.

Talan er ikki beinleiðis um týðingar, men heldur – sum fløguheitið eisini staðfestir – tulkingar av kendum sangum hjá Leonard Cohen. Í mongum førum er tala um umyrking heldur enn týðing. Men sum heild eru hesar umyrkingar sera væl frá gingnar.

Tann stóra konsertferðin, sum byrjaði í 2008, heldur fram og Cohen hevur havt fleirikonsertir í norðurlondum tey seinastu árini, hóast hann verður 80 ár tann 21. september í ár. Tey, sum eru so heppin at uppliva hann á hesum konsertum eru kortini á einum máli um, at aldur er yvirhøvur eingin forðing fyri Leonard Cohen.

(Sámal Soll, Varðin bind 81, hefti 3, 2014)

161017_r28842_rd-903x1200-1476123800

(Báðar myndirnar eru av almennu heimasíðuni hjá Leonard Cohen)

Framløgan í Listaskálanum

nevndin

(Nevndin í Varðanum: Jon Hestoy, Óli Jacobsen og Zakarias Wang. Myndin er av Birkblogg)

Mikudagin 13. apríl klokkan 16.30 varð 1. hefti av 83. bindi av Varðanum lagt fram í Listaskálanum í Havn.

Dorit Hansen, ritstjóri, bjóðaði vælkomin. Sólrún Michelsen, Hanus Kamban og Vónbjørt Vang, sum høvdu skrivað í heftið, lósu upp og vóru mikið fagnað av teimum á leið 70 áhoyrarunum.

Dorit Hansen segði, at fólk kundu tekna seg sum haldarar. Hon segði eisini, at Varðin ikki fer at verða seldur í leysasølu, men eftir fleiri áheitanum  er hetta broytt.

Sum limur í Varðanum fært tú tveir Varðar árliga fyri 400,-

Prísurin í leysasølu verður 288,- fyri hvønn Varða.

framløga Vencil(Ritstjórin Dorit Hansen. Mynd frá Vencli)

 

Framløgan í Listaskálanum hevur fingið umrøðu á

Birkblogg hjá Birgir Kruse

og á heimasíðuni hjá tíðarritinum Vencil

Góðar myndir eru á báðum støðum.

 

Vit takka Birgir og Oddfríða fyri hugleiðandi frásagnir.

Og vit takka eisini øllum tykkum, sum vístu Varðanum áhuga við at koma til framløguna.